Bank Nordik stuðlar Suðuroyar Svimjifelag 
Høvuðsstuðul hjá Susvim
Høvuðsstuðul
Suðuroyar Svimjifelag er stuðla av Bank Nordik

Pál Joensen vann silvur til EM í 1500m frí í Budapest 2010

Okur úr Susvim takka Leif Mohr fyri at hava stuðla Páli

Seinastu Svimjitíðindi 
20. novembur 2010
Bank Nordik Cup

Bank Nordik Svimjistevna í Vági 27. & 28. novembur 2010

 

 

Stevnan byrjar Leygarmorgun:

Upphiting klokkan 08:30 - Kapping klokkan 09:30

 

Leygardagin:

Upphiting klokkan 15:00 - Kapping klokkan 16:00

 

Sunnudagin:

Upphiting klokkan 12:30 - Kapping klokkan 13:30

 

Dómari til kappingina verður Elin Matras (Klaksvík)

Stevnuleiðari verður Marlon Kjærbo (Sumba)

 

 

2. oktober 2010
FS stevna í Fuglafirði fyri 12 ára gomul og yngri.

Tað gekk heilt væl hjá teimun 16 úr Susvim sum fóru til Fuglafjarðar leygarmorgun at svimja. Fleiri hjá okon vóru við fyri fyrstu ferð nakrantíð, og tað gekk bara heilt gott. Okur vóru mest vinnandi felag.

 

Myndin er av mest vinnandi svimjara til stevnuna.

 

Trýst á myndina fyri at lesa meira.

21. september 2010
Sprintvenjing

Enn ein video er komin inn undir "Video - Venjing"

 

Hetta er ein fyri Guðrun & Co.  "Ketturnar"  :o)

 

Minnist til at spyrja til venjing um tykur ivast.  Enjoy.

 

Myndin og video er av Richar Quick, ein tann besti, um ikki tann besti sprint venjarin í nýggjari tíð. Hann er tíverri deyður av krabbameini.

20. septembur 2010
Úttøkustevna til FAR vs ISL landsdystin.

Svimjarar frá 1. og 2. liðið hjá Susvim hava í vikuskiftinum kappast í Havn um tey 16 plássini á landsliðnum til landsdystin Føroyar vs. Ísland í oktobur.

 

Klikka á myndina fyri at lesa meira.

31. august 2010
Venjingartíðir - Susvim 1. lið

Venjingartíðirnar fyri 1. lið eru uppdateraðar.

Skúlin hevur broytt skema eitt sindur í mun til seinasta ár, og tí broytast okra venjingartíðir samsvarandi.

Minnist til, at venjingartíðirnar í vikuskiftinum kunnu broytast eitt sindur alt eftir hvat aktivitetur er. Her verður hugsa um td. kappingar heima og uttanlanda.

 

Trýst á myndina fyri at lesa meira.

9. august 2010
EM í Budapest
EM á langgeil í Budapest er byrja, og í morgin klokkan 09:45 føroyska tíð skal Pál royna seg í favoritteininum 1500m frí.

Klikka á myndina fyri at lesa meira
12. juli 2010
EJM í Tampere

EJM'08 er óiva tað EJM okur úr Susvim minnast best. EJM'2010 byrjar um nakrar dagar, og eins sum í 2009 er tað uttan umboð úr Susvim, so neyvan koma okur at minnast hetta EJM sum tað í 2008. Hetta fær meg til at hugsa eitt sindur.

 

"Hvat skal til fyri at koma við til EJM, og hvat skal til fyri at gera tað sum Pál gjørdi í 2008?"

 

Les meira við at klikka á myndina

5. juli 2010
NMU Drammen Norra

4 ungir svimjarir úr Susvim vóru í vikuskiftinum 3. og 4. juli í Drammen í Norra til NMU (Norðurlendsk Meistaraskap fyri Ung) í 50m hyli.

Tey vóru: Sofus Bech, Erna Katrin Olsen, Guðrun Mortensen og Tanja Skaalum.

 

Klikka á myndina fyri at lesa meira

Open Water Svimjing á Jóansøku

Open Water Svimjingin á Jóansøku verður fríggjadagin 25. juni í Vági kl.17:00

Tað er Vatnið í Vági sum verður karmur um svimjingina. Vatnið er ikki so kalt sum sjógvur, inniheldur ikki salt, og so ber tað til at trakka á botnin næstan allan teinin har svimjingin verður. teinurin verður knappar 1000m. Start og Mál er har sum lítla bátahavnin til modelbátar er. Hetta er í tí endanum av vatninum har vøllurin hjá FC Suðuroy er. Her er sandbotnur og tað ber til at ganga út til ein byrjar at svimja.

Teinurin verður merktur upp, og svomi verður runt Vatnið. Myndin omanfyri vísir teinin við reyðum.

 

Hevur tú hug til at royna teg, so er at skriva til Jón Bjarnason á susvim@gmail.com

Ella ring á 22.33.57 seinasta freist at melda seg til er tórskvøldi 24. juni kl.24:00

Kostnaðurin er 100kr, tykur gjalda fríggjadagin á staðnum árenn byrja verður.

21. juni 2010
Eyðbjørn Joensen vinnur gull til DÅM

Eyðbjørn Joensen var í Danmark í vikuskiftinum har hann saman við svimjarum úr Havnar Svimjifelag og Ægir svumu til Danske Årgangsmesterskaber.

 

Tað gekk eitt sindur upp og niður, sum tað mangan ger hjá føroyskum svimjarum tá ið teir svimja til DÅM. Eg giti at tað er tí at okur ikki eru von við umstøðurnar sum eru til DÅM. Sera nógvir svimjarir, og ein kapping sum koyrir allan dagin. Hetta drenar ein fyri kreftur uppá ein máta sum okur ikki eru von við. Og so tað faktum at okur reisa niður dagin fyri at kappingin byrjar, tað skal ein eisini duga væl, tí tað er sera nemt hjá ungum fólki at nýta nógvar óneygugar kreftir tá ið tey reisa.

 

Kappingin fyri føroyingarnar, sum øll svumu fyri Ægir, var sum sagt eitt sindur blandað, men nógv góð úrslit vóru hóðast alt. Eyðbjørn vann millum annað gull í 400m frí hjá dreingjum føddir í 1996 við 4:15,43 hetta er hansara besta tíð.

 

Her frá ein stór tøkk til Ægir fyri at taka Eyðbjørn við til Danmarkar.

24. mai 2010
Myndir frá MU 2009 & 2010
Myndir frá MU'2009 & 2010 í Klaksvík eru lagdar í myndasavni.
Myndir frá FM'2010 koma skjótt.
15. mai 2010
Ársins stjørnuskot gentur 2010
Kanska eitt sindur óvænta, men væl uppiborði fór heiðurin til 12 ára gomlu Tanju Skaalum úr Hvalba. Tanja setti nýtt junior met í 50 og 100m bringu og hon er so ung at hon hevur 4 ár til at tryggja sær at tað ikki verður nøkur lætt uppgáva hjá nakrari aðrari gentu at fáa sítt navn á tann partin av metlistanum.
15. mai 2010
Ársins stjørnuskot dreingir
14 ára gamli Eyðbjørn Joensen úr Vági fekk heiðurin eftir at hava vunni 18 gull til MU í Klaksvík og 7 gull til FM/JM í Havn. Óiva ein heiður hann livur upp til nógv ár fram.
15. mai 2010
Susvim mest vinnandi felag til FM/JM 2010
Aftur í ár hava svimjarar úr Susvim vunni fleiri gull heiðirsmerkir enn nakað annað felag til eitt FM í svimjing.
  1. Susvim - 20 gull
  2. Ægir - 9 gull
  3. HS - 7 gull
  4. Flot - 5 gull
  5. FS - 1 gull
Fyri Susvim svumu:
Gentur: Sólrun Kjærbo - Kristina Elin Thomsen - Tanja Skaalum - Guðrun Mortensen - Erna Katrin Olsen - Hanna Nysted - Helena Sævarsdóttir - Sára Muller - Elisabeth Bærendsen - Malan Bærendsen - Shaila millum Garðarnar

Dreingir: Róland Toftum - Pætur Leo - Eyðbjørn Joensen - Sofus Bech - Jón Hofgaard - Pál Joensen - Dánjal Martin Hofgaard

http://susvim.mono.net/ - webmaster: susvim@gmail.com
Lav din egen hjemmeside med mono.net // Helt gratis